Ein vanligur partur av virkseminum hjá alsamt fleiri fyritøkum og stovnum er at skipa brandvenjingar, ikki minst verður hetta gjørt í skúlum kring landið.
Mánadagin 7. mars var brandvenjing í Hvalbiar skúla, sum varð skipað í samstarvi við sløkkiliðið í norðaru helvt í Suðuroy. Anfinnur Leo, sum er sløkkiliðsleiðari í Suðuroyar norðaru helvt, sigur, at venjing gekk væl og at alt gekk sum tað skuldi.
Her eru nakrar myndir frá brandvenjingini.
Facebook viðmerkingar