18. mars skipa Vágs kommuna og Vágs skúli fyri sera áhugaverdum vinnutiltaki í Vágs skúla.
Endamálið við tiltakinum er, at kunna næmingar og foreldur um útbúgvingar- og starvsmøguleikar í Vági, og í Suðuroynni sum heild. Tiltakið verður fyri næmingum í 9. og 10. flokki, og foreldrum teirra.
Tiltakið byrjar við eini framløgu í auluni í Vágs skúla, og síðani verður høvi hjá næmingum og foreldrum at fara inn í fimleikarhøllina, har lokalar fyritøkur og stovnar standa klár til eitt prát.
Tiltakið byrjar kl.11.00 og kemur skúlin at kunna næmingar og foreldur nærmari um hetta.
Facebook viðmerkingar