Komandi vikuskiftið fær Frelsunarherurin í Vági, vitjan av Vágbinginum Kapt. Finnboga Olsen. Finnbogi saman við konuni Jacobinu O. Heinesen, er leiðari fyri Frelsunarherin í Farsund í Noregi.
Finnbogi kemur, umframt at tala á møtinum, at greiða frá leiðaraskúla Frelsunarhersins. Leiðaraskúlin er heimahoyrandi á Jeløya, Moss í Noregi og skúlar næmingarnar til at gerast leiðarar í Frelsunarherinum, betri kent sum offiserar. Skúlatíðin er 2 ár og bjóðar m.a spennadi undirvísing, góðan felagsskap, starvslæru og námsferð.
Um tú, ungur sum eldri trúgvandi, hevur áhugað í hesum, so ert tú serstakliga vælkomin at lurta og fáa betur innlit í henda møguleika.
Eisini kemur Finnbogi at greiða frá ”Dynamo”
Dynamo gevur góða undivísing og spennandi arbeiðsvenjing í fleiri pørtum í Frelsunarherinum, har høvuðsdentur verður lagdur á, hvussu tað er at virka sum barna- og ungdóms arbeiðari ella sum samkomuhjálpari í Frelsunarherinum og í øðrum kirkjum og samkomum. Tú fært royndir í allskyns umstøðum og tað er ein serstakur møguleiki, at verða verða virkin í teim ymsu umráðunum og harvið fáa betur kennskap til arbeiðið hjá Frelsunarherinum. Toymi heldur til á vøkru oynni Jeløya, uttanfyri Moss.
Um tú ert ungur, trúgvandi og hevur áhugað í hesum, so ert tú serstakliga vælkomin at koma at lurta og fáa meira innlit í henda møguleika.
Skráin fyri vitjanina er hendan:
Sunnudagin 13.3 kl 12 Sunnudagsskúli
kl 17 Møti, Finnbogi Olsen talar og kunnað verður um leiðaraskúla Frelsunarhersins og «Dynamo»,
nátturði verður aftaná møtið
Mánadagin 14.3 kl 19 Bíbliu- og bønarmøti
Týsdagin15.3 kl 09.30 «Orðið á borðið» vitjan av Finnboga Olsen.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Facebook viðmerkingar