Mánakvøldið 7.mars var felags foreldrafundur í Hvalbiar skúla. Aftaná 2 ár við Corona var gott at kunna samlast aftur.
Vit, sum dagliga eru um børn, kunnu ikki verja tey móti øllum illum í lívinum, men kunnu tosa við tey um kropp og mørk, soleiðis at tey skilja millum rætt og skeivt, læra at siga nei og kenna egin mørk, greiða tey í Hvalbiar Skúla frá. So vit valdu at bjóða Kris suður, og var tað Malan Kjærbo, sum kom at tosa um: Hvussu tosa vit við okkara børn um seksualitet.
Tey, sum vóru á fundinum, vóru vælnøgd við framløguna hjá Maluni Kjærbo.
Facebook viðmerkingar