Tað hoyrast javnan neyðarróp frá foreldrum, stovnsleiðslum og øðrum, sum varða av,um stóra mangulin uppá starvsfólk. Hesi róp mugu hoyrast.
Støðan er so mikið álvarsom, at dagligu tænasturnar í nógvum førum eru bæði ávirkaðar og skerdar. Dagstovnar lata aftur áðrenn tíðina og skerja upplatingartíðirnar, og Almannaverkið kann ikki veita fólki ta hjálp teimum tørva. Strongd ávirkar starvsfólk og familjur, og støðan tykist kaotisk.
Hetta er ein negativ ringrás, sum má broytast.
Tí leggja vit nú aftur uppskot fram um at útbúgva fleiri námsfrøðingar.
Seinast vit løgdu tað fram varð sagt, at landsstýrið arbeiddi við málinum. Enn hava vit tó onki ítøkiligt sæð. Seinast vit viðgjørdu málið kom fram, at námsfrøðiliga økið er sera spert, at tað gongur illa at fáa sett námsfrøðiligu størvini, og at vit á ongan hátt liva upp til lógina um hvussu nógvir námsfrøðingar skulu vera á dagstovnaøkinum. Tað manglaðu 335 námsfrøðingar bara til at liva upp til dagstovnalógina. Harafturat kemur alt serstovnaøkið, barnaheim, sambýlir og annað.
Tað eru eisini onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á námsfrøðiliga arbeiði. Strongd og stórt arbeiðstrýst, lágar normeringar, skiftandi vaktir, lutfalsliga lágt lønarlag og annað hevur sjálvsagt eisini týdning. Hesi viðurskifti eiga eisini at fáa nógv størri rúmd í politisku skipanini.
Vit vita, at góðskan í teimum námsfrøðiligu tilboðunum, vit veita, er í stóran mun treytað av, hvussu væl starvsfólkini eru fakliga skikkað. Tí eiga vit altíð at stíla eftir hægstu fakligu góðsku til okkara børn og fólk annars, sum tørva tænastu.
Vit kunnu spyrja okkum sjálvi hvussu tað ber til, at vit góðtaka at okkara børn, og okkara veikastu borgarar skulu liva við hesum?
Vit eiga ikki at góðtaka hetta, men taka saman hendur fyri at bøta um støðuna. Eitt stað at byrja er at útbúgva fleiri námsfrøðingar.
Sirið Stenberg
Tingkvinna fyri Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar