Strandferðslan frameftir – arbeiðsbólkur latið frágreiðing til landsstýrið

Fyrrapartin handaði arbeiðsbólkur frágreiðingina “Strandferðslan frameftir” til landsstýrið.

Í mai 2021 orðaði landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum arbeiðssetning og setti ein arbeiðsbólk, sum skuldi hava neyðuga vitan og sakkunnleika at fremja arbeiðssetningin.

Sambært arbeiðssetninginum skuldi arbeiðsbólkurin gera ein frágreiðing, sum lýsir søguliga baksýni og Strandferðsluna, fyrimunir og vansar við ymiskum stýrissløgum, og hvussu stýringin millum landið og stovnin/fyritøkuna kann vera við einum tænastusáttmála. Setningurin fevndi eisini um at meta um, hvørt Strandferðslan skal útinna raksturin, ella um hon skal gera ætlanir um, fyrireika og keypa samferðslutænastur, umframt at meta um, hvørjar tænastur Strandferðslan skal veita, og hvussu prísir og fráferðir skulu ásetast.

Í arbeiðsbólkinum hava verið:
• Rúni Vang Poulsen, formaður
• Jóhanna á Bergi
• Søren Lunell Bruhn
• Durita Tausen

Tilmæli hjá arbeiðsbólkinum eru
• At tænastusáttmáli verður gjørdur við Strandferðsluna, har politisku ynskini um samferðslu í Føroyum verða skipað í hóskandi og fastar karmar, og at sáttmálin hevur greið krøv um tænastustig, ferðaætlan, prísskipan o.a.
• At Strandferðslan verður skipað sum sjálvstøðugur stovnur ella alment partafelag fyri at tryggja betri umstøður at leggja raksturin til rættis
• At arbeiðið at endurnýggja ferjuflotan verður sett í gongd

Frágreiðingin kann lesast her.

Facebook viðmerkingar