Sirið Stenberg lagt fram uppskot um at seta gongd á Suðuroyartunnilin

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið øll neyðug lógaruppskot um ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Hóast tað tykist sum,at breið semja er millum flokkarnar á tingi um ein komandi Suðuroyartunnil,so er óvanliga kvirt um hesa risastóru ætlan. Enn er politiska arbeiðið ikki byrjað, og enn er ein røð av spurningum at fáa greiðu á. Skulu vit koma hesum spurningum nærri, krevst eitt miðvíst politiskt arbeiði við málinum. Tað snýr seg at fáa til vegar semju um fígging og fíggingarleist, og um eina røð av jarðfrøðiligum kanningum, linjuføring, stovnan av partafelag og øðrum viðkomandi spurningum, sum mugu liggja til grund fyri eini so stórari verkætlan.

Peningur er settur av til at stovna partafelagið, og Løgtingið hevur fingið eina ætlan frá Landsverki, har tunnilsverkætlanin er greinað. Løgtingið hevur fingið kunning um hesa ætlan. Samstundis hevur nevndarformaðurin í Eystur-og Sandoyartunnlinum víst á heilt aðra kostnaðarmeting. Tað er sera trupult at fyrihalda seg til eina verkætlan, har tvey kvalifiserað boð um kostnað eru so mikið ymisk, at uml. 2 milliardir kr. eru á muni á prísinum.

Suðuroyartunnilin verður Føroya størsta verkætlan. Tíðin gongur, og Smyril, sum røkir farleiðina, eldist fyri hvønn dag. Siglingin er óstøðug og fólk, sum búgva í Suðuroynni eru um at missa vónina um, at tað kann verða koyrandi til Suðuroynna í 2030, sum annars hevur verið almenna útmeldingin.

So leingi onki verður gjørt fyri at fyrireika ætlanina politiskt og greina neyðugu spurningarnar, hendir onki. Ei heldur er nakar peningur játtaður til íløguna enn. Hetta saman við útmeldingum úr samgonguni um, at tað tykist vera vantandi áhugi fyri at arbeiða við verkætlanini, ger mong okkara sera stúrin.

Flest okkara eru á einum máli um, at tað er ikki skilagott at fara í gongd við ein nýggjan Smyril, men heldur at savna orkuna um at fáa verkætlanina um Suðuroyartunnilin í gongd. Dregur Suðuroyartunnilin út, kunnu vit fáa avbjóðingar við farleiðini um Suðuroyarfjørð, tí tað tekur nógv ár frá tí,at verkætlanin í veruleikanum byrjar, til koyrandi verður. Tað hevur verið sagt 8 ár. Út frá hesum skuldi verkætlanin longu verið farin í gongd, men tað er tíverri ikki hent. Søgan hevur víst okkum, at vit hava klárað at staðið saman um at byggja landið út og saman. Hetta hevur heilt greitt verið ein fyrimunur fyri ymsu økini, sum hava fingið góða samferðslu, men eisini fyri allar Føroyar. Ein trygg og nøktandi samferðsla hevur alt at siga í nútímans samfelagnum. Tað hevur stóra ávirkan á búseting, trivnað, mentanartilboð, vinnumøguleikar og so mangt annað. Týdningurin av at vera knýtt saman í ein arbeiðsmarknað og hava frælsi at kunna flyta seg, tá ein ynskir tað, má avgjørt ikki undirmetast.

Fyri at skunda undir ætlanina við Suðuroyartunlinum, nú stígur tykist vera í arbeiðinum, verður hetta uppskot lagt fyri Løgtingið til støðutakan. Skulu fólk í Suðuroynni ikki missa vónina um ein komandi Suðuroyartunnil, er neyðugt at greið ítøkilig tekin verða givin um, at Løgtingið tekur verkætlanina í álvara, og at arbeitt verður miðvíst, so arbeiðið kann fara í gongd.

Á Løgtingi, 7. mars 2022
Sirið Stenberg

Facebook viðmerkingar