Áheitan á landsstýrið og allar flokkar á tingi

Undirritaðu feløg heita við hesum á politiska mynduleikan um beinanvegin at lækka ella avtaka øll almenn gjøld á olju og oljuúrdráttum.

Vit hava nú dag um dag sæð, hvussu prísurin á olju og bensini støðugt er hækkaður við einari ferð, sum vit neyvan áður hava sæð.

Hesin prísvøkstur rakar vanliga føroyingin sera meint, og tá stórur partur av tí sum vit gjalda fyri oljuna og bensinið eru gjøld, sum Løgtingið hevur álagt, so hevur politiski myndugleikin amboðið til beinanvegin at veita hart trongdu føroysku familjunum eina hjálpandi hond við, í hvussu so er fyribils, at taka av ella lækka almennu gjøldini á olju og oljuútdráttum.

Vit vóna,at okkara fólkavaldu politikarar síggja sera álvarsligu støðuna, sum vanligi føroyingurin er komin í, og tí er tað umráðandi, at hesir politikarar beinanvegin vísa vilja til at taka av ella lækka almennu gjøldini, soleiðis at føroya fólk ikki skal gjalda hendan ovurprís fyri olju og oljuúrdráttir.

Vit skulu samstundis heita á EFFO og MAGN um ikki at gera sær dælt av støðuni, tí vit hava skilt,at oljufeløgini hava stórar goymslur av olju og bensinií Føroyum, og tí áttu hesi feløg ikki at hækka prísin á olju og bensini, beinanvegin prísurin á altjóða marknaðinum hækkar, tí oljan sum er á goymslu,skilja vit,er keypt og goldin, tá prísirinir vóru munandi lægri enn í dag.

Hendan áheitan okkara er send Landsstýrinum og øllum løgtingslimum umframt fjølmiðlunum til kunningar.

Tórshavn, tann 09.03.2022

Føroya Arbeiðarafelag
HavnarArbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Føroya Handverkarafelag
Landsfelag Handverkaranna
Føroya Fiskimannafelag

Facebook viðmerkingar