Oljufeløgini í Føroyum eru skjót at broyta prísirnar, tá altjóða prísstøðið á brennievni hækkar, men ikki tá tað fellur. Tað er longu staðfest í frágreiðing hjá Kappingareftirlitinum í 2016, men nú eiga vit øll – borgarar og vinna í Føroyum – at vita, um oljufeløgini enn taka ov høgan prís.
Í løtuni eru oljuprísirnir hækkaðir nógv, og hóast tað vanliga er so, at oljufeløgini í Føroyum hava goymslur fyri lægri prís, so hækkar prísurin til føroyska samfelagið. Hetta hendir, so hvørt sum tað verður fráboðað, at altjóða oljuprísurin hækkar.
Tí er viðkomandi at spyrja, um tað er rímiligt, at oljufeløgini skulu sleppa at hækka prísin fyri eina vøru, sum kostaði munandi minni at keypa inn.
Um oljufeløgini gera hetta, so kann tað tulkast sum, at tey vilja misnýta eina sperda støðu og vinna pening upp á neyðina hjá føroyska samfelagnum, borgarum og vinnu.
Í 2016 bleiv staðfest, at føroyska samfelagið, brúkarar og vinna rinda ein eykakostnað á 60 mió. kr árliga til oljufeløgini. Hetta er 5-10% hægri avkast enn oljufeløgini í grannalondum okkara.
Tí havi eg júst sett hesar fyrispurningar til landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum:
1. Fer landsstýrismaðurin at kanna, um oljufeløgini í Føroyum hava stórar goymslur fyri lægri prís, samstundis sum tey hækka prísin?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um oljufeløgini hava størri avkast enn neyðugt og harvið áseta ein ov høgan prís til føroyskar borgarar og vinnulív?
3. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við trupulleikan, um tað verður staðfest, at so er?
Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður
Facebook viðmerkingar