BETRI Vetrarkappingin í Vági sunnudagin

Frælsur Ítróttur í Føroyum (FÍF) saman við Hvistuni í Suðuroynni skipar um vikuskifti fyri 7. BETRI vetrarkappingini.
Kappingin í ár er sunnudagin 13. mars og verður runnið í Vági, har teinurin er góðar 10 km. Eins og til undanfarnu vetrarkappingarnar er eisini styttri teinur til børnini.

Tað hevur verið sindur ymiskt hvør leiðin og longdin á teininum hevur verið, tá ið runnið er í Vági. Í ár eins og fyri tveimum árum síðani er teinurin av Eiðinum í Vági, út á Nes millum Vág og Porkeri, og so vestur aftur á Vágseiði, tó eftir vegnum ovarlaga millum Nes og Vág, áðrenn leiðin aftur liggur oman í bygdina og beint vestur til Vágshøll.

Kappingin í Vági byrjar kl. 14.00 fyri børn og kl. 14.30 fyri vaksin.

Tilmeldingin er opin til leygardagin kl. 18.00 á www.fif.fo

Frælsur Ítróttur í Føroyum og Hvistan

Facebook viðmerkingar