Smyril Line hevur í dag havt ársaðalfund. Úrslitið fyri 2021 vísti eitt yvirskot á 16 milliónir.
Samlaða sølan hjá Smyril Line vaks úr 849 milliónum í 2020 til 1.191 milliónir í 2021, og rakstrarúrslitið var 119 milliónir samanborið við 76 milliónir í 2020. Samlaða starvsfólkatalið hjá Smyril Line var 549 starvsfólk í 2021, ið er áleið 100 fleiri enn í 2020.
Farmavirksemið hevur sum heild hilnast væl, men virksemið í Norra hevði neiliga ávirkan á ársúrslitið. Farleiðin millum Rotterdam og Hitra varð niðurløgd í november mánaða í 2021, samstundis sum ein nýggj farleið millum Rotterdam, Thorslakshøfn og Tórshavn varð stovnað.
Ferðafólkasølan í 2021 var eins og undanfarna ár hart rakt av Covid-19 farsóttini, og samlaða ferðafólkatalið var 40% lægri enn áðrenn farsóttina. 75% av kundunum í 2021 vóru kundar uttan fyri Føroyar.
Norrøna kom aftur í sigling, umvæld og endurnýggjað, í mars 2021. Skipið fekk 50 nýggj kømur, harav 32 nútímans dupultkømur. Broytingin hevur økt støðið á Norrønu og eisini eftirspurningin eftir ferðum.
Sjøtul er settur á nýggju verkætlanina at byggja nýggjan ferðafólkaterminal,pakkhús og skrivstovubygning á Molanum í Tórshavn. Hendan verkætlanin ger, at Smyril Line kann veita eina betri tænastu og samstundis økja um virksemið.
Søluútlitini í 2022 á bæði farma- og ferðafólkasíðuni eru rímiliga góð. Aftaná tvey ár við vánaligari ferðafólkasølu er eftirspurningurin øktur aftur, og vaksandi eftirspurningurin eftir ferðum sæst aftur á hotellunum.
Ófriðurin í Evropa, økti oljuprísurin og triðjaparts kostnaðir hava tó neiliga ávirkan á reksturin hjá Smyril Line.
Smyril Line rindar onki vinningsbýti fyri 2021.
Facebook viðmerkingar