Útbjóðingartilfarið til íbúðarbyggingina á Løðhamri tøkt

DCIM\100MEDIA\DJI_0057.JPG

Vágs Býráð hevur samtykt at bjóða vestara part av Løðhamri út til íbúðarbygging – eitt øki á 3.800 fermetrar. Hetta er ein tann størsta byggiætlanin í Vágs Kommunu í nógv ár, og kemur hetta at hava stóran týdning fyri økið á Løðhamri og fyri Vág.

Ynskið er, at verkætlanin við íbúðarbyggingini verður samansett av íbúðum í ymiskum støddum – hetta er fyri at tryggja, at byggingin verður so fjølbroytt og dragandi sum gjørligt.

Útbjóðingartilfarið er nú alment og kann takast niður her.

Facebook viðmerkingar