Lønarpulju heldur enn frádrátt

50 mió. kr. skulu setast av at lyfta lønirnar við. Hetta hevði givið feløgunum áleið 2000 krónur um mánaðin per lim, at samráðast fyri.

Tað er nokk eingin ivi um, at lønarlagið innan vælferðarøkið skal hækka. Tí skjóta vit í Tjóðveldinum upp, at sett verður ein serlig pulja til at lyfta lægstu lønirnar.

Vit hava saman við serfrøðingi roknað, at hvørt procent lønirnar lyftast, kostar 5,1 mió. kr. netto. Og fyri at fáa lønina á eitt liviligt støði, skulu 50,34 mió. kr. netto setast av.

“Gera vit tað ikki eggjandi at arbeiða innan hetta økið, er vandi fyri at allur okkara arbeiðsmarknaður skramblar saman, tí hesi fólkini tryggja tað, at ellisheimini eru opin, at barnagarðar hava opið, at serstovnar hava opið, at sjúkrahúsið er opið, o.s.fr. Tað eigur tí at verða í áhuganum hjá okkum øllum, at hesi fólkini ikki streingjast, tí tey ikki fáa endarnar at røkka saman,” sigur tingbólkur Tjóðveldis.

Tað skal vera upp til fakfeløgini í samráðingum at gera av, hvussu puljan skal býtast og nýtast.

Vit fingu eisini gjørt eina greining av lønarlagnum á økinum, sum kann lesast her: https://www.logting.fo/documents/48941

Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar