Kvinnumyndir – kvinnusøga í Føroyum

Hvør var omma tín? Langomman? Ommu- ella abbasysti? Kennir tú søguna hjá kvinnunum í familjuni? Hvør var familjan, gingu tær í skúla, fingu tær nakra útbúgving? Arbeiddu tær heima ella úti? Hvørjar dreymar høvdu tær, hvørji kor og hvussu lagaði lívsleiðin seg? Hvønn týdning hevur hetta havt fyri foreldrini hjá tær, fyri teg og tína kós? 

Vit mugu finna og siga kvinnusøgurnar, meðan tað enn ber til. Vit mugu geva formøðrum okkara rødd og rúm við at lýsa tær alment. Vit fáa søgurnar fram í ljósið við at siga frá tí, sum vit minnast sjálvi, við at spyrja onnur, sum minnast, og við at leita í privatum og almennum mynda- og skjalagoymslum.

Til hetta endamálið er stovnað ein síða á Facebook við heitinum Kvinnumyndir – Kvinnusøga í Føroyum

Facebook viðmerkingar