Leygardagin 26. mars kl. 18.30 skipar Suðuroyar Sjavsfelag fyri stuðuls-sjavskapping til frama fyri flóttunum, sum eru komnir úr Ukraina til Suðuroyar.
Umframt sjavskappingina, har spælt verður um vinningar, so verður eisini møguligt at vinna vinningar á lutaseðli. Vit hava longu fingið fleiri vinningar til stuðuls-sjavskappingina, greiður Páll Lervig, formaður í Suðuroyar Sjavsfelag frá, og vit taka eisini fegin ímóti vinningum, um fólk ella fyritøkur hava hug at stuðla tiltakinum – og kunnu fólk venda sær til Páll Lervig í hesum sambandi.
Vit eru farin undir at fyrireika kappingina, sigur Páll, og meiri verður at frætta um tilmelding og annað á Suðuroyarportalinum í komandi viku.
Facebook viðmerkingar