Suðuroyingar byrja á heimavølli

Nú leiksskráin fyri Betri-deildina (sum besta deildin í mansfótbólti nú eitur) er løgd, er eisini greitt, at Suðuroyingar byrja á heimavølli og verður tað í móti NSÍ 11. mars 2018.

Fyrsta umfar verður annars leikt soleiðis:

Suðuroyingar-NSÍ
HB-KÍ
Víkingur- Skála
EB/Streymur-B36
AB-07-Vestur

Leggjast kann afturat, at Suðuroyingar á jóansøku taka ímóti HB á heimavølli í Vági.

Seinasti dystur hjá Suðuroyingum er 27. oktober á heimavølli ímóti 07 Vestur.

Øll leiksskráin fyri Betri deildina kann síggjast her.

Facebook viðmerkingar