Í kvøld varð lutakast í 3-2 um hvussu spælast skal í fyrstu umførunum í kappingini um Løgmanssteypið.
Í undanumfarinum sunnudagin 3. apríl verður grannauppgerð á Eiðinum, har FC Suðuroy tekur ímóti Royn. Vinnarin av tí dystinum skal í 1. umfari spæla ímóti HB í Havn, tann dysturin verður Skertisdag, 14. apríl.
TB skal í 1. umfari spæla ímóti vinnaranum av dystinum millum FC Hoyvík og MB, sum eisini spæla undanumfar komandi sunnudag.
Facebook viðmerkingar