FC Suðuroy: Eftir tvey stórtap í báðum teimum fyrstu dystinum í Betrideildini hjá felagsliðnum TB/FC Suðuroy/Royn, skuldu kvinnurnar reisa seg aftur leygardagin, tá 07 Vestur var á vitjan í Suðuroynni.
Í góðveðrinum við Stóra gjørdist eisini talan um ein spennandi dyst, har vágakvinnur, sum í farnu viku vunnu 5-0 á B36, fingu skarpan gang. Og fyrsta stóra málmøguleikan í dystinum áttu okkara kvinnur, tá Sára Vang við einari góðari sending varð spæld frí, men tó ikki megnaði at fáa eina avslutning uppá møguleikan. Við hesum varð eisini greitt, at hetta fór ikki at gerast ein lættur dystur hjá 07 Vestur.
Fyrri hálvleikur leika javnt á. Gamaní høvdu vágakvinnur bóltin væl meiri enn okkara kvinnur, men við sera væl skipaðum verjuspæli, eydnaðist tað sjáldan hjá 07 Vestur kvinnunum at koma fram til málmøguleikar – og tey skotini, sum komu úti frá, bjargaði málverjin hjá okkum.
Tá 39 min. vóru farnir fekk 07 Vestur tó eitt mál og 0-1 var eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki stríddust okkara kvinnur á sama hátt sum í fyrra hálvleiki. Men um miðjan seinna hálvleik økti 07 Vestur um munin til 2-0.
Tað skuldi tó ikki ganga meiri enn 1-2 minuttir, so minkaðu okkara kvinnur um munin. Sára Vang varð spæld leys í høgru síðu og við einum sera góðum skoti upp í handast málhorn gjørdist støðan 1-2.
Ein samanrenning av, at okkara venjarar satsaðu eitt sindur meiri í eini roynd at fáa eitt útjavnandi mál, og at talan hevði verið um ein harðan dyst fyri okkara kvinnur (fleiri runnu 9-10 km í dystinum) kom 07 Vestur seinastu løtuna fram til nakrar málmøguleikar. Okkara málverji bjargaði tí mesta, men tá tveir minuttir vóru eftir fekk 07 Vestur eitt mál afturat, soleiðis at dysturin endaði 1-3.
Samanumtikið ein góður dystur í góðveðrinum við Stórá og eitt góðkent avrik frá felags kvinnuliðnum hjá TB/FC Suðuroy/Royn.
Facebook viðmerkingar