Ferjan “Herjólfur 3” verður væntandi í Føroyum um mánaðarskiftið juni-juli.
Tað væntar Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, eftir samráðingar við íslendska felagið, Vegagerðin, sum eigur skipið.
– Onkrir smálutir eru eftir at avgreiða, áðrenn sáttmálin kann undirskrivast, sigur hann.
Strandferðslan ætlar, at “Herjólfur 3” skal í sigling um Suðuroyarfjørð, fyrst og fremst sum farmaskip afturat Smyrli, 3-4 dagar um vikuna.
Men tá Smyril skal í dokk, ætlandi seinast í august, skal “Herjólf 3” røkja ferðafólkasiglingina um Suðuroyarfjørð.
Til klassingar
“Herjólfur 3” skal til fimm ára klassing, og eisini skal koyrirampan aftan leingjast, áðrenn skipið kann brúkast á farleiðini millum Havnina og Krambatanga.
Skipasmiðjan MEST og ein íslendsk skipasmiðja eru biðin um at geva tilboð upp á arbeiðið.
Harumframt skal bjargingarútgerðin dagførast, so hon lýkur krøvini í Føroyum.
Strandferðslan ætlar at leiga “Herjólf 3”, fyribils í umleið 15 til 17 mánaðir. Tó vil íslendski eigarin sleppa at brúka skipið sum avloysaraskip í Íslandi, nakrar vikur í oktober.
Ein manning
So skjótt, leiguavtalan er undirskrivað, fer Strandferðslan at søkja eftir manning til “Herjólf 3”, upplýsir Jóhan Petur Abrahamsen.
Sambært virkandi stjóranum skulu 12-13 fólk sigla við skipinum, men tørvur verður bara á einari manning.
Kelda: Kvf.fo
Facebook viðmerkingar