Tað hava verið mong álop á kanska best røkta skúlan í Føroyum, Heilsuskúli Føroya.
Heilsuskúli Føroya hevur síðan aldarskiftið verið staðsettur í Suðuroynni og hevur skúlin ment seg til at vera ein av mest viðurkendu og skipaðu heilsuskúlum í Norðurlondum.
Tí órógvar tað óneyðuga nógv, tá politikarar og stovnar ferð eftir ferð royna at taka grundarlagið undan virksemi skúlans og flyta útbúgvingina norður um fjørðin.
Tí hava vit fegnast um, at landsstýrismaðurin á økinum áður hevur vart grundarlag skúlans og staðsetingina.
Men seinastu tiðina er lopið á frá øllum síðum og er trýstið blivið so stórt, at sjálvt Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur bukkað undir fyri trýstinum.
Vit skilja, at alt hevur brúk fyri tillagingum, men at upprætta høli norðanfyri til somu útbúgving eigur ikki at verða neyðugt.
Landsstýrið hevur givið út eina frágreiðing ”Í góðum hondum”, har tað stendur, at nýggj deild skal gerast norðanfyri. Men har finst eingin próvførsla, ið rættvísger at staðseta partar av útbúgvingini aðrastaðni enn í Suðuroy.
Sjálvandi skal tað vera møguligt at vera við til vanliga fjarundirvísing, men hetta skal vera, tá umstøðurnar krevja tað. Tað kann til dømis vera í ávísum fakum, ið egna seg til tað ella tá ferðaætlanin ikki passar.
Vit vita, at tá ein skriða er lopin, er onnur væntandi. Tí kunnu vit ikki góðtaka, at hetta byrjar sum fjarundirvísing norðanfyri, tí tað er so skjótt, at fjarundirvísing verður til nærundirvísing. Og tað verður byrjanin til endan á Heilsuskúlanum í Suðuroynni.
Bjarni Hammer, Henrik Old, Erhard Joensen og Sirið Stenberg
løgtingslimir
Facebook viðmerkingar