Lýsingarátakið hjá Blákrossheiminum verður aftur at síggja í mei mánaði.
Í septembur í fjør sjósetti Blákrossheimið við slagorðunum, “Tor at seta orð á”, eitt lýsingarátak, hvørs endamál var at leggja lunnar undir eitt meira opið og erligt orðaskifti um rústrupulleikar. Sama átak verður nú í mei mánaði varpað út enn eina ferð.
“Vit vilja økja um almennu tilvitskuna um rús,” tók Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum, í septembur samanum lýsingarátakið. “Heilt ítøkiliga vilja vit seta fokus á tabuið, sum ofta forðar opnum orðaskifti um rús. Tað er nógv skomm knýtt at rústrupulleikum og eingin ynskir at verða dømdur. Tað er tað, sum ger tað so torført at tosa um.”
Miðdepilin í átakinum, “Tor at seta orð á”, vóru tveir filmar, sum lýsur hvussu avbjóðandi tað kann kennast fyri eitt menniskja við rústrupulleikum, umsíðir at seta orð á sannleikan. Raclip hevur framleitt filmarnar.
Í samband við lýsingarátakið, varð heimasíðan www.setorðá.fo eisini gjørd. Á heimasíðuni er ein rúsroynd, har fólk kunnu svara spurningum og fáa at vita, hvørt teirra rúsnýtsla er skaðilig ella ikki. Í samband við sjósetingina í septembur 2021, varð rúsroyndin tikin av fleiri enn 8.000 fólkum.
Lýsingarátakið, “Tor at seta orð á”, verður at síggja á sosialum miðlum og portalunum allan mei mánaða.
Fá meira at vita um átakið og tak rúsroyndina á www.setorda.fo.
Hevur tú tørv á viðgerð fyri rústrupulleika, vitja so www.blakrossheimid.fo.
Facebook viðmerkingar