Kjakast verður dúgliga í hesum døgum, um tað er rætt at avtaka gjøldini í tveimum av okra undirsjóvartunlum. Rok er millum løgtingsfólk, og nógv verður skrivað aftur og fram á sosialu miðlunum. Spurningurin er, hvat tað er, okur vilja í hesum landi.
Okur ynskja øll eitt væl útbygt og rikið samfelag og samferðslukervi, men hóast okur vita, at hetta kostar, vil ongin gjalda prísin. Okur gjalda nógv í avgjøldum, og peningurin fer í stóra pott; peningur, ið heldur skuldi farið til at víðlíkahildið vegakervið í Føroyum.
Nú samferðslupakkin kemur í Løgtingið, eru í veruleikanum bara tvey øki í landinum til viðgerðar. Í hesum báðum nevndu økjum er longu nú gott vegasamband, tú kanst koyra til og frá, tá tú hevur tørv og hug, gjaldið er næstan onki, og tú kanst fylla bilin, sum tú vilt, uttan at prísurin fer upp.
Javnaðarfeløgini í Suðuroynni vilja hervið vísa okra ónøgd, at okur suðuroyingar enn einaferð verða so lítið virdir, at okur snøgt sagt ikki kenna okum sum part av einum samhaldsføstum Føroyum.
Okur hava Smyril, okra landsveg, ið flestu dagar er okra einasti vegur til og úr oynni. Verður arbeitt við, hvussu tað kann gerast lættari, smidligari og bíligari hjá suðuroyingum at ferðast til og frá? Nei, her verður ikki hugt upp á príspolitikkin, ongi uppskot um, hvussu hann kann ásetast øðrvísi. Hvat við, at príspolitikkurin var hin sami sum hjá omanfyrinevndu undirsjóvartunlunum?
Hví skal samferðslupakkin skundast ígjøgnum? Hví ikki taka øll viðurskifti við og viðgera øll øki í landinum á jøvnum føti?
Okur heita hervið inniliga á allar politikarar, tykum, ið eru úr oynni, og tykum, ið vilja suðurøkinum væl, um ikki at taka undir við samferðslupakkanum, um Leið 7 ikki verður partur av hesum pakka.
Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag tekur undir við hesum skrivi, tí – sum suðuroyingar – hava vit á Sandoynni eisini goldið fyri ferðing, hóast skipini eru útgoldin, men sum tunlar, krevja viðlíkahald.
Suðuroyðar Norðara Javnaðarfelag, Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag & Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag
Facebook viðmerkingar