Tann 21. desember 2017 heitti valbólkur við 4 býráðslimum ávíkavist Súsanna Bertholdsen, Bjarni Hammer, Bogi Johannesen og Kristina Roest á borgarstjóran Kristin Michelsen um at skipa nevndirnar av nýggjum.
Borgarstjórin kallaði inn til býráðsfund mikudagin tann 31. januar 2018. Borgarstjórin og varaborgarstjórin stóðu ikki fyri valið.
Á skránni var val av nevndum við støði í trimum valbólkum við ávíkavist 4, 2 og 1 býráðslimum. Lutakast var um fyrstvalda limin í fíggjarnevndini. Valbólkarnir samdust um ikki at hava lutakast í hinum føstu nevndunum.
Nevndirnar skipa seg fyrsta dagin. Samanseting av formansskapinum og føstu nevndunum hjá Tvøroyrar býráð sær út sum niðanfyri skrivað pr. 31. januar 2018:
Formansskapur
Kristin Michelsen, borgarstjóri. Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri.
Fíggjarnevndin er samansett við hesum fólkum:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Kristin Michelsen, borgarstjóri / (Anita Vibergsdóttir)
Kristina Roest/(Bogi Johannesen)
Bjarni Hammer / (Súsanna Bertholdsen)
Vinnu- og havnanevndin er samansett við hesum fólkum:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Bogi Johannesen / (Bjarni Hammer)
Súsanna Bertholdsen /(Kristina Roest)
Alvi Mortensen / (Anita Vibergsdóttir)
Mentanarnevndin er samansett við hesum fólkum:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Bjarni Hammer / (Kristina Roest)
Súsanna Bertholdsen / (Bogi Johannesen)
Anita Vibergsdóttir / (Alvi Mortensen)
Trivnaðar- og umhvørvisnevnd er samansett við hesum fólkum:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Bjarni Hammer / (Kristina Roest)
Bogi Johannesen / (Súsanna Bertholdsen)
Alvi Mortensen / (Anita Vibergsdóttir)
Sosiala nevnd er samansett við hesum fólkum:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Bogi Johannesen / (Kristina Roest)
Súsanna Bertholdsen / (Bjarni Hammer)
Anita Vibergsdóttir / (Alvi Mortensen)
Tekniska nevnd er samansett við hesum fólkum:
Fastur limur / (tiltakslimur)
Kristina Roest / (Súsanna Bertholdsen)
Bjarni Hammer / (Bogi Johannesen)
Alvi Mortensen / (Anita Vibergsdóttir)
Facebook viðmerkingar