Fríggjadagin fara føroyskir borðtennisleikarar til Danmarkar at taka lut í kapping í Roskilde.
Talan er um vælskipaða kapping, ið hevur nógv ár á baki, og har útlendskir leikarar eisini leitar sær til.
Eldru leikararnir knýttir at A-landsliðshópinum fara við, og harumframt fara einir 10-12 ungdómsleikarar í aldrinum 9-13 ár eisini við. Borðtennissamband Føroya hevur júst sett Pætur Albinus sum ungdómsmennara, og verður hetta fyrsta høvið hansara at síggja ungdómsleikarar sínar í dysti uttanlands, og fer hetta helst at geva íblástur til menningarætlanirnar framyvir.
TBF hevur 4 leikarar við á ferðini. Tær eru: Victoria Debes, Britt Michelsen, Anja Wongwai, Maria Albinus.
Vit ynskja leikarunum og venjarum teirra góða eydnu.
Facebook viðmerkingar