Nú Tvøroyrar Bóltfelag fyllir 130 ár, verður nógv gjørt burturúr, fyri at hátíðarhalda dagin. Eitt av hesum tiltøkum, er TB-blaðið, ið er ein avís, ið kemur út til øll húsarhald í Suðuroynni í komandi viku og er tað í sampakkaða “posanum” frá posta, har lýsingarbløð eisini eru í, so blakið ikki posan burtur.
Blaðið er fíggjað av lýsarum og eru vit sera takksom fyri stuðulin, ið vit hava fingið til hesa útgávuna. Í blaðnum eru, fyri uttan mongu lýsingarnar, frálíkar greinar um felagið, ið m.a. Sonne Smith, Kári Jespersen og Heri Nolsøe hava skrivað.
Facebook viðmerkingar