Kom í læru sum alari hjá Bakkafrost

Sum nakað nýtt søkja vit eftir lærlingum til aling á landi og sjógvi

Dámar tær at arbeiða við livandi fiski, og kundi tú hugsað tær eina yrkisleið innan aling? So hevur tú møguleikan at søkja um lærupláss hjá okkum. Sum lærlingur í aling fært tú bæði verkligar førleikar og ástøðiliga vitan innan aling.

At arbeiða sum alari er eitt spennandi starv. Á smoltstøðunum røkta smoltalarar fiskin frá tí, at hann er rogn, til hann er klárur at seta út á sjógv. Tá fiskurin er klárur at seta á sjógv, taka sjógvalarar yvir og røkta fiskin, meðan hann veksur seg stóran og verður klárur til tøku.

Skúli

Tá tú ert í læru sum alari, fert tú á skúlaskeið á Miðnámi í Vestmanna í fýra umførum. Á skúlanum fært tú ástøðiliga undirvísing í m.a. lívfrøði, føðslu, fóðring, djóravælferð, fiskaheilsu, smittufyribyrgingr, fiskasjúkur, trygd og mangt annað.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina her

Samlaða lærutíðin er fýra ár. Býtið millum skúla og lærupláss er 2½ ár á læruplássi og 1½ ár á skúla.

Upptøkukrøv

Fyri at verða upptikin krevst, at tú hevur 9. floksprógv.

Løn

Lønin er samb. §35 um lærlinga- og yrkislønir í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er sunnukvøldið 29. mai 2022

Skúlaskeiðið byrjar í heyst, men lærlingurin kann byrja í læru í tíðarskeiðnum 1. juni til 1. august 2022. 

Staðseting

Vit hava lærupláss á aliøkjum kring landið og miða eftir at finna lærupláss nærhendis bústaði hjá umsøkjara, í tann mun tað letur seg gera.

Meir at vita

Um tú vilt hava meira at vita, kanst tú seta teg í samband við Honnu Nónstein, HR Ráðgeva á tel. 40 51 16 ella skriva til hano@bakkafrost.com

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

Facebook viðmerkingar