Í 2017 gjørdist sosialdemokraturin yngsti borgarstjórin í Danmark nakrantíð. Hon er framvegis borgarstjóri í Holbæk og verður saman við Mary Antonsdóttir, forkvinnu í Heilsuhjálparafelagnum, gestarøðari í Hovi leygardagin 21. mai
Leygardagin 21. mai verður landsfundur hjá Javnaðarflokkinum. Í ár verður hann í Suðuroynni.
Byrjað verður við morgunmati í Miðnámsskúlanum í Hovi klokkan níggju, og klokkan tíggju verður landsfundurin settur.
Aksel V. Johannesen skal sum vant halda formansrøðu, og síðani vera tveir gestarøðarar eisini. Talan er um Mary Antonsdóttir, forkvinnu í Heilsuhjálparafelagnum, og Christinu Krzyrosiak Hansen.
Um gestin úr Danmark skrivar Javnaðarflokkurin, at hon í 2017, sum 25 ára gomul, gjørdist yngsti borgarstjóri í Danmark nakrantíð. Á kommunuvalinum í 2021 í fjør varð Christina Krzyrosiak Hansen endurvald við heili 46 prosent av atkvøðunum í Holbæk, ið er met har, og spátt verður, at Christina Krzyrosiak Hansen hevur eina bjarta framtíð í bæði kommunu- og landspolitikki í Danmark.
Á landsfundinum verður eisini politiskt orðaskifti – og skrá sambært lógum floksins – og endað verður við veitslu og dansi í samkomuhúsinum í Sumba um kvøldið
Facebook viðmerkingar