Saman við hjálparvenjaranum, Jens Eriki Rasmussen, hevur Jógvan Martin Olsen,høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, úttikið hópin, sum í døgunum 23. til 29. mai fer til EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark.
Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá á heimasíðu sínari í dag.
Talan er um 18 leikarar úr átta ymiskum føroyskum feløgum.
Í kappingini verður spælt móti ymiskum donskum feløgum, umframt at lið úr onkrum av grannalondunum hjá Danmark, eisini luttaka.
Hópurin
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Dánjal Petur Vilhelmson, 07 Vestur
Rasmus Emil Poulsen, B36
Djóni Sivertsen, B36
Dánial T. Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Teitur Bogason, HB
Silas B. Joensen, HB
Rani Johannesen, HB
Páll Múller, KÍ
Hóri Klakstein, KÍ
Tróndur Sjúrðarson, NSÍ
Pauli Richardson, NSÍ
Markus Danielsen, NSÍ
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, Royn
Jeffrey Dulavík Berg, Skála
Kristian Jacobsen, Víkingur
Jens Eiler Samsson, Víkingur
Hetta er fyrstu ferð at hesir leikarar, sum í høvuðsheitinum eru 08-árgangurin, umboða Føroyar í fótbólti.
U15-dreingirnir skulu spæla tveir venjingardystir móti Íslandi á heimavølli 16. og 18. august, og um mánaðarskifti oktober-november er UEFA menningarkapping á skránni.
Facebook viðmerkingar