Dýra biðidag hevur Havnarkórið tvær konsertir í Suðuroy. Hin fyrra í Vágs kirkju kl 15.00 og síðani verður farið til Hvalbiar, har konsert verður í kirkjuni kl 17.00
Havnarkórið hevur seinastu árini einamest framført størri kórverk saman við orkestri og solistum. Kórið framførdi farna heyst stóra oratoriið hjá Haydn “Árstiðirnar”. Í vár hevur kórið lagt seg eftir at syngja føroyskan og norðurlendskan kórtónleik. Tað verður eisini tað, sum kórið fer at framføra á suðuroyarferðini.
Konsertskráin
Eitt av verkunum, sum Havnarkórið fer at framføra er Sólarmessa, sum Pauli Hansen skrivaði til Húsakórið í Keypmannahavn í 2003. Teksturin er samansettur av yrkingum hjá T.N. Djurhuus. Eisini hevur kórið eina frumframførslu á skrá. Hetta er sangur sum Anne Mette Greve Klemensen hevur gjørt lag og útseting til.
Gitni danski tónasmiðurin Vagn Holmboe hevur fylt nógv í konsertskránni hjá Havnarkorinum, og fer kórið á konsertini at syngja tveir av hansara satsum.
Í Havnarkórinum eru umleið 50 sangarar.
Facebook viðmerkingar