Hans á Bakka eftir laksi á Vágsfjørði

Hans á Bakka var í nátt á Vágsfjørði eftir laksi, sum varð førdur til virki hjá Bakkafrost á Glyvrum. Seinastu vikurnar hevur annars verið arbeitt á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági, men nú laksur verður førdur norðureftir, so ávirkar hetta sjálvsagt virksemi í Vági.

Sum skilst er arbeiði til eini 9-10 vikur í samband við laksin, sum nú verður tikin á Vágsfjørði, men av tí at Hans á Bakka nú hevur tikið laks úr einum ringi, so missur arbeiðsfólki á kryvjivirkinum í Vági umleið 1 viku av arbeiði.

Hans á Bakka hevur fyrr tikið laks í Suðuroynni og hevur hetta tá verið orsaka av lúsatølunum. Lúsatølini á Vágsfjørði, sum nú eru almenn á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, vísa, at tað við seinastu teljing eru 1,2 vaksnar kvennlýs á hvørjum laksi. Í kunngerðini um tálming og yvirvøku av lús á alifiski stendur, at talið av lús ikki skal fara upp um 1,5 vaksna kvennlýs fyri hvønn fisk. 

Facebook viðmerkingar