– Tað verður ótrúliga spennandi at kunna avgreiða eitt venjaraskeið innandura. Veðrið hevur mangan spælt okkum eitt “puss”, men soleiðis verður heilt víst ikki hesaferð, sigur Jákup Mikkelsen, ið saman við Jens Martini Knudsen, stendur á odda fyri M2 málmansvenjaraskeiðunum hjá FSF.
Í døgunum 24. til 27. februar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri M2 málmansvenjaraskeiði í spildurnýggju Marghøllini í Vági. Skeiðið byrjar leygarmorgun klokkan 10, og endar týsdag klokkan 14, og verður skipað sum internatskeið.
Vágbingar síggja eisini við spenningi fram ímóti, at teir kunnu bjóða umstøður til venjaraskeið av ymsum slag, og leiðarin fyri Marghøllina, Jens Petur Brattalíð, vónar, at undirtøkan verður góð, nú fyrsta skeið hjá Fótbóltssambandi Føroya er á skránni.
– Sjálvandi hopa vit at nógvir norðoyingar koma suður, so vit kunnu vísa okkara góðu umstøður fram, sigur Jens Petur Brattalíð við heimasíðuna hjá FSF.
M2, ið er hægsta málmansvenjaraskeið hjá FSF, er tilsamans 40 tímar, og er framhald av M1/B2-venjaraskeiðnum. Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á málmansvenjing við ungum og vaksnum málverjum.
Tilmeldingarfreistin til M2 málmansvenjaraskeiðið er mánadagin 12. februar 2018, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Nærri kunning um M2 málmansvenjaraskeiðið sæst her: M2 málmansvenj. / Feb. 2018
Facebook viðmerkingar