Í dag eru tað so 3. flokkar kring landið sum koma til Vágs til Skúlafótbólt. Tilsamans verða tað 270 næmingar, sum koma at kappast í blandaðum liðum, dreingjaliðum og gentuliðum.
Eftir kappingina gongur leiðin hjá teimum flestu í Páls Høll áðrenn tey fara heim aftur.
Í dag koma tað umleið 200 næmingar og sjálvandi eitt munandi fylgi við Smyril til Suðuroyar til Skúlafótbólt.
Kappingin byrjar kl. 11.45 og øll eru vælkomin at leggja leiðina framvið.
Skúlafótbóltur í skipaður við BankNordik sum høvuðsstuðli og í samstarvi við FSF.
Facebook viðmerkingar