Suðuroyar Barnaverndartænasta søkir hervið eftir reingerðarfólki til reingerðing av hølum okkara á Sornhúsvegi 22, 800 Tvøroyri. Talan er um fast starv á 10 tímar um vikuna. Seinni í ár, fer tímatali uppá uml. 12 tímar um vikuna.
Søkt verður eftir fólki sum:
· Er álítandi, sjálvstøðugt og samvitskufult
· Hevur viðkomandi royndir
· Virðir sína tagnaðarskyldu
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett frá 1. august 2022 ella skjótast gjørligt eftir nærri avtalu. Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag.
Um tú vil vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við virkandi leiðara, Jónleyg Eyðunsson á tlf. 288085 ella 611090.
Hvørji eru vit?
Suðuroyar Barnaverndartænasta er ein felags kommunalur stovnur ið virkar undir Barnaverndarlógini, og okkara arbeiði fevnir um alla Suðuroynna.
Okkara dagliga arbeiði inniber m.a. at ráðgeva og hjálpa familjum og børnum, ið hava tað trupult av einhvørjari orsøk. Vit samstarva somuleiðis tætt við aðrir myndugleikar og stovnar. Tað merkir, at tað koma nógv fólk inn á okkara kontórir, og vit fara somuleiðis ofta út til samrøður, fundir osfr.
Tað er av alstórum týdningi, at okkara viðskiftafólk kenna seg trygg og vita, at alt ið fer fram inni hjá okkum, er í trúnaði.
Í umsitingini hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu starvast sjey starvsfólk, og tað eru hesi fólk, tú kemur at hava mest samband við í tínum starvi.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við CV v.m. skal sendast til teldupost adressu;
Suðuroyar Barnaverndartænasta
Postboks 104. 800 Tvøroyri
Umsóknarfreistin er 11 juli kl. 13.00
Facebook viðmerkingar