Hetta er hóast, at Heilsutrygd ferð eftir ferð hevur kært sína neyð um manglandi áhugan fyri kommunulæknastørvum í Suðuroynni. Nú er vent í holini. Nú skal ikki vera tørvur á fleiri læknum.
Kommunulæknatrot hevur verið í Suðuroy í nógv ár. Støðan er tó frægari nú enn fyri stuttum, tá eingin kommunulækni var í føstum starvi, og okur máttu seta okkara álit á skiftandi avloysarar.
Hóast støðan er batnað, so eru tað framvegis í stóran mun útlendskir avloysarar, ið røkja kommunulæknastørvini í norðaru helvt av Suðuroynni.
Arbeiðsumstøðurnar eru góðar. Og beint hinumegin gøtuna er Suðuroyar Sjúkrahús við øllum hentleikum.
Í dag er eitt kommunulæknastarv sett í norðaru helvt. Tað verður røktað av einum hálvtíðarstarvi og ymiskum avloysarum. Tað er als ikki nøktandi fyri teir áleið 2700 borgararnar. Suðuroyggin er eitt kommunulæknaøki við tveimum viðtalum. Einari í Vági og einari á Tvøroyri.
Í 12 vikur hevur bara ein lækni verið tøkur í norðaru helvt, og tað er als ikki nøktandi.
Nú er tað gleðiliga hent, at áhugi aftur er fyri at søkja kommunulæknastørv í Suðuroynni, eftir at Heilsutrygd hevur lýst óteljandi ferðir. Føroyskur lækni við góðum royndir vil fegin royna seg í starvinum. Í fyrsta umfari varð søkt um vikariat og sjálvandi, um møguligt verður at fáa somu sømdir, sum sitandi læknin hevur, fer áhugin bara at økjast.
Hesi gleðiligu boðini hava tó longu fingið eitt skot fyri bógvin. Tí nú áhugi aftur er fyri at starvast í Suðuroynni, so vil Heilsutrygd kortini ikki hava fleiri læknar í Suðuroynni.
Tað ber ikki til. Okur krevja eina avbera góða forkláring frá landsstýrismanninum um, hví Heilsutrygd metir, at Suðuroyggin ikki skal vera betur stillað, nú møguleikin er. Og hví Heilsutrygd leggur fótonglar í vegin fyri tryggleikan í Suðuroynni við at sýta fyri at betra um kommunulæknaviðurskiftini í Suðuroynni.
Tað má landsstýrismaðurin hjálpa okkum við.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Facebook viðmerkingar