22. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag var spælt í jóansøku-vikuni í VB-húsinum.
Úrslitið av umfarinum var hetta:
Nr. 1. Elna Poulsen og Sámal Poulsen, 4 stig hvør.
Nr. 2. Sigmund Andreassen og Jens Pauli Thomsen, 3 stig hvør.
Nr. 3. Helen Waag og Trúgvi Berg, 2 stig hvør.
Nr. 4. Kathrina Borgardal og John Nilsen, 1 stig hvør.
Nú er summarsteðgur í sjavsinum. Í oddinum er spenningur, tí ímillum nr. 1-3 eru bara 2 stig á muni, so har er stór kapping. Eisini um 4. plássið eru tað nógv sum kappast um, men tað er nógv eftir at spæla um aftaná summarfrítíðina.
Nevndini í Suðuroyar Sjavsfelag ynskir øllum eitt gott summar, spælt verður aftur eftir summarfrítíðina og lýst verður nærri her á Suðuroyarportalinum.
Facebook viðmerkingar