Viðmerking til grein hjá fólkaflokkinum á portalinum

Viðmerking til grein hjá fólkaflokkinum á portalinum.

Tað er sjálvandi við áhuga at forvitnast, hvussu nýggja oraklið hjá fólka flokkinum, ætlar at basa alheimskreppuni, í greinini ‘’Skundhjálp og røttu loysnirnar’’. Tað er tó skjótt at tú fært at síggja, at hesin fylgir stevnuskránni hjá flokki sínum, at fylkast um tey fáu, og sínum kundum. Hann skrivar m.a. ‘’vit nýtast ikki at falla í fátt’’, og ‘’tað er ongin orsøk at stúra’’. Hann tosar eisini um, at uttanífrá komandi viðurskifti, eru orsøkir til at inflatión rakar okkum.

Vit kunnu t.d. siga, at størsti parturin av núverandi inflatiónini, er orsaka av øktum vinningi hjá teimum ið selja vøruna. Tá rávøran hækkar, hækkar prísurin um framleiðarin nýtir sama vinnigsprosent sum áður. Tá so vøran kemur til heilsøluna, og hon nýtir sama vinningsprosent sum áður, so hækkar vøran uppaftur meira, og tá handilin er í somu skóm, endar príshækkanin hjá keyparaum. Hetta kann sigast at vera profittinflatión, tí vanligi borgarin er taparin. Tað búskaparliga skálkaskjólið tú fjalir teg undir við, at vit mugu hækka rentuna, tí tað er einasti mátin at hjálpa tí vanliga føringinum, sjálvt um tað er keðiligt fyri tey lágløntu, og tey sum seta bein undir egi borð.

Bæði Beata Samuelsen og Sonja Jógvandóttir førdu fram skilasjónarmið, sum er tann nakni veruleikin hjá lágløntum barnafamiljum og pensjónistum. Oraklið hjá fólkaflokkinum sigur beinleiðis, at tær framúr góðu framskygdu atgerðir, ið henda samgongan hevur gjørt, so m.a. útfluttningsvirðið av okkara tilfeingi, er meir enn 11 milliardir, er leisturin undir okkara vælferð í dag

Henda úlegging frá tær er so mannminkandi, so arrogant, og so andstyggilig, at tað er syrgiligt at lesa. Eg skal bara fortelja tær, at vælferðin í dag, tín og mín útbúgving, byggir á slitnu herðarnar hjá monnum og kvinnum, ið vórðu fødd í 30`unum, 40´unum og 50´unum, ið góðu sítt lív, sína vælferð, sínar gleðisløtir øll árini til í dag, so at vit kunnu liva í hesari vælferð. Og nú sita tit og práta um hjálparpakkar, nakað her og der fyri olju, so verða tey kanska nøgd. Júst hetta váttar Sólvit Nolsø í degi og viku, meðan Sonja og Beata greiddu okkum frá veruleikanum.

Tykkara hjálparpakkar skullu verða útreiðsluneutralar, siga tit, og so ætla tit ivaleyst at finna uppá okkurt, sum tit halda er nøktandi. Tey vælløntu skullu hava skattalætta, so tey kunnu koma meira fram sum íleggjarar, og skapa fleri arbeiðspláss. Hini, tey lágløntu, barnafamiljur og pensjónistar fáa andadráttarhjálp eitt stutt tíðarskeið, tí kreppan varðar ikki longi, siga tit.

Nakað sum tit áttu at gjørt, byggir á tíðindini frá Norðlýsinum mánadagin um, at Partafeløgini Varðin og Palli hjá Marionnu útlutað 250 milliónir til sínar parteigarar. Aftaná at teir hava polstra seg og síni mongu hjáfeløg. Hetta er bara 2 av mongum partafeløgum sum troyta okkara grunnar og okkar alra tilfeingi. Ístaðin fyri løtuhjálp eiga tit m.a. at gera nakað soleiðis:

Prísir á neyðsynjarvørum til barnafamiljur skullu frystast fastir. Hetta er mjólk, breyð, grønmeti, frukt, medicin og olja o.a. samstundis skal MVG á hesum vørum lækkast. Um oljan fer upp mega oljufeløgini og landskassin bera munin. Ongin profittøking av nøkrum vørum. Tað skal fremjast ein dýrtíðarregulering, sum merkir, at fara prísirnir upp so fer lønin upp. Hetta er nakað sum arbeiðarafeløgini skullu hava inn í sáttmálarnar. Pensjónir, sum jú eru fastsettar, skulu fylgja príshækkingunum við hægri útgjaldi úr samhaldsfasta, so bert tey sum veruliga hava brúk fyri tí fáa. Hvussu fíggja vit hetta? Sera lætt:

Okkara alra ogn verður skattað sum hon skal verða. Tilfeingisgjaldið má standa í mát við vinningin hjá hesum feløgum. Omanfyri nevnda vinningbýtið er grundgeving nokk. Avgjøld á marglætisbilar, parfúmir, Gucci, Vuitton og Fendi taskur, og aðrar tílíkar luksusvørur, verða hækkaðar nógv, tí skullu ríkmannakonur og dóttrar teirra í Gøtu, Klaksvík og yvirklassanum í Havn hava hesar, so er lítil trupuleiki hjá teimum at gjalda tað tað kostar. Avgjøld á rúsdrekka og tubakk skal hækkast, tað gevur meira í landskassan og betri heilsu. Eg havi við vilja ikki nevnt ognarskatt og milliónskatt, men eg ivist ikki í, at ein háttur, sum ikki rakar tær vanlgu húskini kann finnast.

Eg vil tí heita á mín gamla flokk, sambandsflokkin, at koma aftur á rættkjøl, so tað tit einaferð stóðu fyri, ikki bert var nakað hissini, men nakað veruligt. Um samgongan ríkur uppá tað, so er tað bert nakað føroya fólk kunnu gleðast um.

Kristin vestergaard
Søgu- og vinnubúskaparfrøðingur.

Facebook viðmerkingar