Í gjárkvøldið boðaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, frá, at nú skal dialysu-viðgerð skipast á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Hetta eru tey tíðindini, sum Magni Augustinussen, Norleif við Krógv, og Niels Paui Midjord – og avvarðandi og vinfólk teirra – hava bíðað eftir. Og hetta eru góð tíðindi!
Tað eru eini 14 mánaðir síðani, at eg tosaði við Magni Augustinussen um at sleppa at skriva eina grein um støðuna hjá honum og øðrum dialysu-sjúklingum í Suðuroynni. Tá hevði hann lítla tiltrúgv til at nøkur broyting fór at verða fyri dialysu-sjúklingar í Suðuroynni.
Men í einum framkomnum samfelag og einum av ríkastu londum í heiminum kunnu okur ikki bara góðtaka alt!
Nú dialysu-viðgerð verður á Suðuroyar sjúkrahúsi fáa dialysu-sjúklingar í Suðuroynni ikki bara eina góða og neyðuga viðgerð, men eisini møguleika fyri at hava størri lívsgóðsku.
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar