Ítróttarfeløgini innan liðítrótt í Suðuroynni hava flest øll felags avbjóðingar: Talið av leikarum í vaksnamannadeildini er avmarkað og hartil er stór útskifting, tí eftir loknan fólkaskúla gongur leiðin hjá teimum flestu á miðnámsskúla og síðani á framhaldandi útbúgving uttanfyri Suðuroynna.
Hesa støðuna kennist FC Suðuroy eisini við og hevur FC Suðuroy síðan kappingarárið 2021 mist 11-12 leikarar, ella eitt heilt lið, í bestu mansdeildini hjá felagnum. Tilgongdin eftir kappingarlok 2021 hevur verið á einari leið, men hópurin er framvegis smalur og ikki minst myndaður av ungum leikarum.
Fyri at víðka og styrkja um leikaragrundarlagið gongur FC Suðuroy tí nú nýggjar leiðir.
FC Suðuroy hevur í vár gjørt samstarv við fótbóltsakademi í Ghana, sum m.a. førir við sær, at FC Suðuroy fer at fáa leikara-tilgongd frá akademinum.
Hendan tilgongd fer at lyfta støðið á venjingunum og á tann hátt verða okkara egnu leikarar eisini mentir enn meiri. Samstarvið við fótbóltsakademiið í Ghana er eisini ein greiður liður í ætlanini hjá FC Suðuroy at menna besta mansliðið, soleiðis at FC Suðuroy aftur verður at síggja í fremstu deildini í føroyskum fótbólti.
Grundhugsanin okkara er framvegis, at menning og framgongd hjá FC Suðuroy í høvuðsheitum skal verða grundað á egið leikaratilfeingið, tí verður eisini arbeitt við at styrkja um ungdómsdeildina hjá FC Suðuroy, sum leggur lunnar undir, at ungu leikararnir eru til reiðar, tá teir flyta frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt.
Leggjast kann afturat, at samstarvið við fótbóltsakademiið í Ghana er byrjað og tveir nýggir leikarar verða at síggja á FC Suðuroy liðnum í seinnu hálvu. Ghanesiski miðvallarin Emmanuel Andorful, sum verður 19 ár fríggjadagin, kom til Vágs fyrr í summar, og í næstum kemur 20 ára gamli verjuleikarin Jimmy Abdul, sum er úr Nigeria, eisini til Vágs.
Eftir stuttan steðg byrjar venjingin hjá FC Suðuroy aftur leygardagin.
Facebook viðmerkingar