Tónleikur hevur eitt serligt pláss á Ljósfest og í ár er onki undantak. Umframt tónleikin um kvøldið, so verður eitt barnatiltak á stóra pallinum við undirhaldi og tónleiki.
Á ljósfest í august verður eitt barnatiltak á stóra pallinum við klovninum BuBu og sangkórinum Blanda drops úr Vágs skúla. BuBu kemur at undirhalda børnini og sangkórið, saman við Dagfinni Olsen, kemur at framføra síni kendu løg.
Lýst verður nærri, nær barnatiltakið verður, tá skráin er endaliga klár.
Facebook viðmerkingar