Kundi tú hugsað tær at verið við at ment infrakervið í Suðuroynni? Vit sóknast eftir fólki til okkara tunnilsverkætlan Ørðavík-Fámjin.
Søkt verður eftir:
- Formanni/arbeiðsleiðara
- Maskinførara
- Fólk at taka sær av skúrbýnum, so sum matgerð og uppreiðing/vasking
Starvsbyrjan er 1. september ella eftir nærri avtalu.
Talan er um tímalønt størv.
Vilt tú vita meira?
Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Linn Augustinussen, verkætlanarleiðara, á tlf. 585012. Umsókn skal sendast til linn@jkp.fo.
Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI
Facebook viðmerkingar