Borgarafundur um Suðuroyartunnilin leygardagin 23. juli

Tað er í dag kl. 13 at borgarafundur um Suðuroyartunnilin verður í Skúladeplinum í Suðuroy – øll eru hjartaliga vælkomin

Skráin fyri dagin er hendan:

Kl. 13.00: Umboð fyri fyrireikararnir bjóðar vælkomin.

Kl. 13.05: Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, sum eisini verður orðstýrari, hevur framløgu um avbjóðandi gongdina í fólkatalinum í Suðuroy.

Kl. 13.15: Tónleikabólkurin, Hamradun, við Pól Arna Holm og Una Debess framførir tvey løg.

Kl. 13.25: Mourits Joensen og Kristian Stórhamar hava framløgu um linjuføring og meta um kostnaðin av Suðuroyartunlinum. 

Kl. 14.00: Tummas Frank Joensen, ferðaleiðari úr Skúvoy, greiðir frá týdninginum av, at Skúvoy verður knýtt uppí Suðuroyartunnilin, og hvørja ávirkan hetta hevur fyri Skúvoynna.

Kl. 14.10: Steðgur í 15 minuttir. (høvið verður at fáa kaffi).

Kl. 14.25: Løgtingsumboð og umboð fyri politisku flokkarnir úr ella við tilknýti til Suðuroynna bera fram síni sjónarmið (fáa 5 minuttir hvør). Aftaná verður kjak og høvið verður hjá fundarfólkinum at seta spurningar.

Á fundinum luttaka hesi umboð fyri flokkarnar:

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin (5 minuttir)
Erhard Joensen, Sambandsflokkurin (5 minuttir)
Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin (5 minuttir)
Kristin Michelsen, Sjálvstýrisflokkurin (5 minuttir)
Bárður G. Nielsen, Tjóðveldi (5 minuttir) 
Umboð fyri Miðflokkin, Miðflokkurin (5 minuttir)

Øll eru hjartaliga vælkomin til borgarafundin

Facebook viðmerkingar