Pál Weihe, professari, mælir øllum til at taka av tilboðnum um fjórða prikið
Tað ljóðar, at koronusmittan ger meira um seg nú, enn hon hevur gjørt í seinastuni.
Pál Weihe, serlækni og professari, sigur, at sjálvt um sjúkan í løtuni tykist vera mild, so eiga tey, ið hava sjúkueyðkenni, at halda seg burtur frá teimum eldru og veiku.
Eisini ræður hann øllum til at taka av fjórða prikinum, tá tað verður boðið í heyst – lurtið eftir innslagnum í KVF her.
Facebook viðmerkingar