Orðini eigur evnaríki tónleikarin Høgni Lisberg, sum spælir á Ljósfestini í Vági leygardagin 13.august 2022
“ Sum smádrongur gleddi eg meg altíð at fáa feriu, og leiðin gekk suður til Vágs hvørjaferð, tað bar til.
Hettar helt regluliga fram til eg bleiv hálvvaksin, men síðani tá hava túrarnir verið meira óregluligir.
Minnini frá túrunum eru so sera góð, og eg gleðist enn hvørjaferð høvið býðst at fara suður aftur.
Tí var eg sera glaður, tá eg var boðin til Ljósfest í Vági, og eg gleði meg at koma suður at spæla nøkur løg. “
Okur gleða okum eisini, at fáa Høgna Lisberg suður at spæla á Ljósfestini, sum verður leygardagin 13. august í Vági.
Høgni er kendur tónleikari víða um, eisini úti í stóru verð.
Tað er jú eisini her í Vági, at hansara røtur eru frá. Høgni er sonur Sørin Lisberg ættaður úr Smillum í Vági. Sørin spældi nógvan tónleik í Vági, sum ungur – eitt nú við tónleikabólkinum Orion.
Facebook viðmerkingar