Takk fyri sýnda samkenslu tá okkara høgt elskaði
Kaj Jonhard i Geilini ( fyrr Hovgaard),
Fámjin, f. 08. Oktobur 1945 – d. 26.Mai 2022
Andaðist og var jarðaður
Takk til okkara heilsuverk, læknar, sjúkrasystrar, palliativa toymið og portørar sum vóru um hann og hjálptu tað sum var gjørligt.
Tøkk til Bergur Joensen fyri vitjan og andakt og troystarrík orð á landssjúkrahúsinum og í vesturkirkjuni áðrenn børan fór suður við Smyrli.
Takk til dupultkvartettina i Ebenezer fyri vakran song i Vesturkirkjuni.
Takk til Jónsvein Bech prest fyri vøkur og troystarík orð í kirkjuni i Famjin
Takk til kirkjutænarar, og gravarar og Famjins Kommunu , at gravseting kundi verða i gamla kirkjugarðinum.
Takk fyri hjálp til jarðarferðina, til tykkum øll sum bakaðu og stákaðust til ervið.
Takk fyri gávu til Føroya Cystisk Fibrosu felag og fyri blómur og kransar
Takk øll tit mongu sum fylgdu Kaj til hansara seinasta hvildarstað og hava víst okkum samkenslu í hesi sváru tíð.
.
Familjunnar vegna
Johan v/familju, Hans Atli v/familju og Sunvid v/familju
Facebook viðmerkingar