Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum
Evni: Støðan í Vestmanna skúla og starvssetanir
Spurningar:
1. Hvat er gjørt fyri at loysa ótolandi støðuna í Vestmanna skúla?
2. Hevur landsstýrismaðurin vikið frá tilmælum í øðrum starvssetanum enn í málinum um stjórasetanina í Vestmanna skúla? Um ja, hvørjar setanir er talan um?
Viðmerkingar:
Tað var alment frammi síðst í juni, at støðan var ruðuleikakend í Vestmanna skúla.
Víst varð á, at eitt skriv var komið frá lærarum í Vestmanna skúla, sum vóru sera ørkymlað um støðuna og bóðu um hjálp. Víst varð á stóra ónøgd við stjóran og á stóra ótryggleikan, sum hevur merkt farna skúlaár.
Nú er eitt nýtt skúlaár fyri durum, og tí er týdningarmikið at fáa greiðu á, hvussu støðan nú er soleiðis, at bæði børn og starvsfólk kunnu koma aftur í nøktandi umstøður.
Tað er alment, at landsstýrismaðurin ikki fylgdi tilmælinum frá skúlastýrinum um stjórasetanina í Vestmanna skúla. Spurningurin er tí eisini, um hetta er eindømi, ella um landsstýrismaðurin í nøkrum øðrum setanum hevur vikið frá innstillingum í starvssetanum, og í so fall hvørjum.
Á Løgtingi, 3. august 2022
Sirið Stenberg
Facebook viðmerkingar