Felags kvinnuliðið í Betrideildini hjá TB / FC Suðuroy / Royn fær í næstum argentinskan styrk, tí felagsliðið hevur gjørt sáttmála við tveir leikarar úr Argentina. Talan er um ein áleypara og ein málverja – og talan er um royndar leikara.
Málverjin, María Florencia Mercau, er 28 ára gomul og hevur m.a. vart málið hjá River Plate, Racing, Independiente (Primera División A) og Porvenir (Primera División B). Mercau spældi fram til í vár við Independiente í bestu Argentinsku deildini.
Áleyparin, Maria Macarena Abalos, er 26 ára gomul og hevur m.a. spælt við CA Banfield og CA Camineros (Primera División B).
Felags kvinnuliðið er í einari menningartilgongd og hetta fyrsta árið í Betrideildini er eisini eitt ár, har ungu kvinnurnar skulu fáa sær nakrar royndir, sum tær kunnu byggja víðari upp á komandi ár. Argentinsku leikararnir skulu styrkja um rutinuna hjá felagsliðnum og verða við í menningini av ungu leikarunum. Argentinsku leikararnir koma til Føroyar í komandi viku og verða væntandi klárar til útidystin ímóti Víkingi sunnudagin 14. august.
Facebook viðmerkingar