Galdandi frá leygardegi 20. august til og við sunnudagin 2. oktober 2022
Í sambandi við at Smyril fer í dokk, byrjar Herjólfur III sigling á leið 7, leygardagin 20. august. Fyrsti túrur verður av Krambatanga kl. 06:00.
Smyril siglir seinasta túr fríggjadagin 19. august kl. 18:30 av Havnini og suður á Krambatanga. Túrurin av Krambatanga kl. 21:00 verður ikki sigldur.
Ferðaætlanin í nevnda tíðarskeiðið sæst niðanfyri:
Gevi gætur:
- Túrarnir kl. 06:00, 10:00, 14:00 og 18:00 eru ferðafólkatúrar, har privatakfør og smærri vørubilar hava framíhjárætt. Tó sleppur átrokandi farmaflutningur og bráðfangisflutningur við eftir nærri avtalu við farmastøðirnar á Krambatanga og í Tórshavn. Sera avmarkað pláss verður til húsvognar og størri viðfestisvognar.
- Sjúkraflutningur hevur framíhjárætt á øllum túrum.
- Túrarnir kl. 22:00 og 02:00* eru farmatúrar, har farmur hevur framíhjárætt, tó at ferðafólk eisini sleppa við hesar túrar. Roknast kann við avmarkaðum plássi til privatakfør og smærri vørubilar hesar túrar.
- Kafeteria er opið í sambandi við túrarnar kl. 06:00, 10:00, 14:00 og 18:00.
- Farmatúrarnir týsdag og mikudag kl. 22:00 og 02:00** verða sigldir eftir tørvi og treyta av, at tað ikki er neyðugt við viðlíkahaldsarbeiði ella bunkring v.m.
- Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.
Mikudagin 10. august, verður talgild plássbíleggingarskipan tøk á SSL.fo til ferðafólk og akfør. Tá verður eisini kunnað nærri um brúkaravegleiðingar og kundatænastu í hesum sambandi.
Meðan Herjólfur III røkir siglingina á leið 7, verða avmarkingar í farmaflutninginum við Strandferðsluni á Suðuroyarleiðini. Kundar og flutningsfeløg, ið vanliga flyta farm og vørur á leið 7, verða komandi dagarnir kunnað nærri um, hvussu farmaflutningurin verður skipaður og hvussu farmabílegging fer fram.
Eisini verða broytingar á bygdaleiðum fyri leið 700 og 701. Broytingar verða eisini fyri ávísar leiðir við komu og fráferðir av Havnini. Einki busssamband verður til túrin úr Tórshavn kl. 02:00 og við komu á Krambatanga henda túrin.
Facebook viðmerkingar