Ætlanin var at handa innkomnu undirskriftirnar í dag fríggjadag 12. august kl. 15.00 á Krambatanga, eftir at Smyril var komin Suður, og var innbjóðing send til Fíggjarmálaráðið ónsdagin 10. aug. við áheitan á landstýrismannin vfl., um at vitja í Suðuroynni at taka ímóti undirskriftunum.
Men boðini úr Fíggjarmálaráðnum vóru, at landstýrismaðurin varð ikki tøkur fríggjadagin 12. aug. Heitt er tí á Fíggjarmálaráðið, at ynskið er at handanin verður í seinasta lagið mánadagin 15. august, við tilmælið um, at handanin verður á Krambatanga, eftir at Smyril er komin suður, har landstýrismaðurin tekur ímóti.
Men Fíggjarmálaráðið kann ikki geva lyfti um, hvørt tað liggur fyri hjá Landstýrismanninum at koma suður mánadagin 15. Aug.
Avgjørt er, at undirskriftirnar verða undir øllum umstøðum handaðar mánadagin 15. august, og verður hetta annaðhvørt á Krambatanga eftir at Smyril er komin suður kl. 11.00, ella verður fari við Smyrli til Havnar kl. 11.30, har undirskriftirnar vera handaðar í Tinganesi.
GG. Freistin at skriva undir mótmælið er leygardagin kl. 18.00. Leinkja til mótmælið er her
Mótmælt verður handfaringin av Suðuroyarleiðini og kravt verður at:
1. Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, gevur SSL boð um, at Smyril fer ikki í dokk, fyrr enn SSL hevur útvegað eitt hóskandi avloysaraskip, sum er á stødd við Smyril, og sum kann sigla við eins ferð og flyta eins nógvir bilar, ferðafólk og farm um Suðuroyarfjørð, sum Smyril.
2. Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, tekur stig til, at alment partafelag verður stovnað í inniverandi ári at fyrireika Suðuroyartunnilin; at fígging verður útvegað og neyðuga játtanin verður avsett á Løgtingsinsfíggjarætlan í 2023 soleiðis, at koyrandi verður til og úr Suðuroynni í 2030.
Vegna áhugabólkin fyri betran av Suðuroyarleiðini
Fróði Mortensen
Facebook viðmerkingar