Mótmælis undirskriftirnar av politisku handfaringini av Suðuroyarleiðini vóru handaðar í Tinganesi í gjár 15. aug. kl. 13.30, har landstýrismaðurin Uni Rasmussen tók í móti. í Samband við handfaringina, var ein stutt røða hildin fyri landstýrismanninum og fjølmiðlinum KVF, IN.FO, FM1, sum kann lesast niðanfyri.
Leinkjur til uppfylgjandi greinir hjá fjølmiðlum eftir handanina av undirskriftinum.
Áhugabólkurin ynskir at takka tykkum øllum 1041, sum hava skriva undir og mótmæla politisku handfaringini av Suðuroyarleiðini. Hvør einasta undirskrift er gjøgnumgingin og góðkend. Hesar eru kring um allar Føroyar, og eru okur sera takksom fyri tað. Vónandi hava okur við hesum ávirka frameftir, soleiðis at okur ongantíð aftur koma í slíka støðu á Suðuroyarleiðin.
seint ella ikki seint at mótmæla kann sigast. -tað er íhvussu so er uppá hægstu tíð at onkur talar at. -sagt var at Herjólfur skuldi avlasta farmasiglingin um Suðuroyarfjørð, tí at Smyril ikki megnaði at flyta allan farmin og samstundis halda ferðaætlanina. –sagt var ikki at Herjólfur skuldi avloysa Smyril. –satt at siga hevði ongin trúð at hetta skuldi henda. -satt at siga hava øll bíða eftir einari betri loysn
“Røða í samband við handanina”
Eg vil takka tykkum øllum, sum er møtt her í dag. Eina serliga stóra tøkk til tykkum -fleiri enn 1000 fólkini -kring um allar Føroyar-sum taka undir við MÓTMÆLINUM AV POLITISKU HANDFARINGINI AV SUÐUROYARLEIÐINI.
Upplýsast kann, at í alt 1041 fólk hava skriva undir, svarandi til 2,5% av øllum føroyingum omanfyri 15 ár. Um tað er nakar, sum ivast hví okur eru samla her, fari jeg at taka stutt aftur í orsøkina.
Men áðrenn tað, vil eg beinanvegin upplýsa, at her er ikki talan um eitt politiskt mótmælið. Innsavningin av undirskriftum er púra ópolitisk, tað er ikki ætlanin at harta nakran ávísan politikara ella flokk; málið hevur nógv størri týdning at verða loyst, enn blíva eitt politiskt kjak við runu blakan, -um enn-, málið hevur aldur til tess. Ynskið er at allir flokkar og politikarar taka í egnan barm og hyggja frameftir.
Okur mótmæla politisku handfaringini av Suðuroyarleiðini, tí at okur meina, at føroysku politikkararnir ikki hava skilt trupulleikan, og taka ikki neyðugu og áløgdu ábyrgdina á seg, at dagføra Suðuroyarleiðina, til tíðarinnar tørv.
Skil okkum rætt, í Suðuroynni er gott at búgva, men Suðuroyarleiðin hevur tað ikki gott og er ikki nøktandi til tíðararinnar tørv. Tænastustøði á farleiðini stendur við og versnar, tað tykist mangan, sum Smyril ikki klárar at røkja farleiðina, við øktum ferðafólkum og farmi. Størsta afturstigið á Suðuroyarleiðini hendir nú fríggjadagin, tá Smyril verður tikin úr sigling og Herjólfur verður at avloysa Smyril.
Tá landi hevur ført ein miðsavnandi politikk ígjøgnum fleiri ár, sigur tað seg sjálvt, at fleiri og fleri veitingar og tænastur savnast í miðstaðarøkinum. Hetta viðførur at fólk flyta til miðstaðarøki fyri at fáa størv hjá tí almenna ella privata, sum í stóran mun veitur tænastur til tað almenna, og miðstaðarøkið veksur sostatt enn meira. Miðstaðarøkið veksur sum ringar í vatninum frá suðuroynni, haðani tænastur og fólk svinna burtur. -Ungu ættarliðini velja Suðuroynna frá, og tað ringasta sum kann henda er at fólk missa vónina
Okur verða nærum dagliga mint á avbjóðingar á Suðuroyarleiðini av m.ø. fólkum, sum noyðast um Suðuroyarfjørð til sjúkraørindir í miðstaðarøkinum……tað er hugstoytt og syrgjuligt hvat nógv av teimum mugu ígjøgnum, umframt tey eisini skulu stríðast við avbjóðingar at ferðast um Suðuroyarfjørð.
Hetta vilja okur uppá tað allar harðasta mótmæla, og krevja sum tað fyrsta, at Smyril verður ikki tikin úr sigling, fyrr enn eitt javnbjóðis skip -á stødd við Smyril- verður at røkja siglingina, áðrenn Smyril sleppur í dokk.
Talan er ikki um kritik av skipara og manning á Smyril. Hesi gera sítt ítasta við tí útbúnaði tey hava
Skiparin á Smyril Niels Harald Michelsen upplýsir at Smyril framyvir kemur at fáa fleiri og fleiri off dagar har hann ikki kann sigla -at Smyril verður úsettur fyri eyka nógv stress av 8-12 havnamanøvrum hvønn dag, sum sæst aftur á stórum sliti, ið krevur nógva uppmerksomheit. -tað er væl skilligt, at skiparin ynskir Smyril í dokk skjótast tilber.
-Men Herjólfur er ikki rætta avloysaraskip fyri Smyril…..
Talan er ikki um kritikk av skiparanum ella manningini á Smyril. Skiparin hevur stóra ábyrgd, og er tað skilligt, at hann ynskir, at Smyril verður dokkaður sum skjótast, nú støðan er so alvorlig, sum varð lýst í D&V farna fríggjakvøld. Henda fráboðan frá skiparanum, er enn eitt róp um varskó, við prógv um, at støðan er “hættislig”, og verandi enn meira ógvuslig, enn fólk higartil hava vita. At ongin klokka hevur ringt í fíggjarmálaráðnum og í Løgtinginum av hesari støðuni er ófatiligt.
Tað ber snøgt sagt ikki til, at 10 % av Føroya fólki liva við slíkari ótryggari farleið, og verða nú sett 50 ár aftur í tíð. Tolið er uppi hjá okkum, sum búleikast í Suðuroynni, og kravt verður, at Suðuroyarleiðin fær tað neyðugu játtan, sum skal til, fyri at Suðuroyarleiðin er á einum nøktandi støði, javnbjóðis við farleiðirnar kring um í Føroyum. Hetta hava okur krav uppá sum suðuroyingar og javnbjóðis føroyingar.
Men, sum Føroyar hava ment seg, er Suðuroyarleiðin ikki longur bara ein spurningur um sigling um Suðuroyarfjørð.
Raðfestingar hjá Løgtinginum til íløgur av samferðslukervinum seinastu 30 árini hava viðført, at í dag hanga ”sigling um Suðuroyarfjørð” og ”koyring undir Suðuroyarfjørði”, óloysiliga saman, og mugu viðgerast og kjakast um undir einum.
Sjón fyri søgn er, at meðan suðuroyingar enn stríðast við tíðaravmarkaða siglingin um Suðuroyarfjørð, -samstundis sum koyrandi er undir Vestmannasundi, Lorvíksfjørði, Skálafirði og nú skjótt Skopunarfirði-, er farin fram stór stagnatión, fráflyting og afturgongd í Suðuroynni, meðan risa stór menning við fólkavøkstri er farin fram í miðstaðarøkinum har koyrandi er ímillum.
Okur gleðast um framburðin í omanfyri nevndum økjum, og vóna samstundis at øll skilja avbjóðingarnar og avmarkingarnar, sum siglingin um Suðuroyarfjørð hevur við sær.
Prógva er, hvussu stóran týdningin, ið fast samband hevur á lokalu økini. Neyvan er tað nakar, sum ynskir tíðina aftur, tá siglt var um omanfyri nevndu firðir. Tunlarnir hava ikki bara ment lokalu økini, men allar Føroyar, nú fólk kunna ferðast frítt í hesum økjum.
Tí hevur politiska handfaringin av Suðuroyarleiðin, alla ávirkan á, hvussu framtíðin í Suðuroynni verður forma. Løgtingi avgerð hvussu raðfestingin verður, og Løgtingi avgerð, um tað verður framburði ella ikki. Seinastu 35 árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 20%, samstundis sum fólkatalið í Føroyum er vaksið við nærum 19%. Talan er um eina ræðandi minking, svarandi til, at nærum øll Vágs bygd er burtur…..
Tað er ongin ivi um, at orsøkin til afturgongdina og fólkafráflytingina stavar serliga frá “vánaliga”, óstøðuga og ótíðarhóskandi ferðasambandinum um Suðuroyarfjørð. Niðurbræðingin av Suðuroynni hevur staði uppá í alt ov langa tíð og hevur viðført umfatandi oyðileggjandi avleiðingar við sær. Ringasta sum hendir er, at fólk missa vónina, og serliga eru tað ungu ættarliðini, sum velja Suðuroynna frá. Henda gongdin má steðga, og einasta munagóða framtíðarloysnin er: Fast samband umvegis undirsjóvartunnil.
Prógva er, at hetta letur seg gerða. Men tað letur seg einans gera, um Løgtingið vaknar og raðfestur ein Suðuroyartunil.
(Ein Suðuroyartunnil viðførur at 10 % fleiri føroyingar koma at hava ein felags arbeiðs- og íbúðarmarknaði. Tunnilin vil viðføra fólkavøkstur, geva javnbjóðis atgongd til tænastu- og handilsveitingar, almennar- og heilsuveitingar, lættari vitanardeiling, betri atgongd til útbúgvingarmøguleikar v.m…
Við einum Suðuroyartunnli, kunna flest allir føroyingar møtast innanfyri uml. ein tíma allar tíðir av døgninum kring um, har koyrandi er til.
Sum nú er, ferðast uml. 270.000 fólk um Suðuroyarfjørð um ári. Tvs. at 270.000 fólk brúka uml. 2-3 tímar hvørt ár uppá at ferðast til og úr Suðuroynni. Hetta svarandi til uml. 1. mió. tímar/p.p., og tá er ikki tíðin tald við, har bíða verður eftir fráferð hjá Smyril…..
Eitt kent sitat frá fyrrverandi Amerikanska Forsetanum Benjamin Franklin er “Time is money”
Yvirført á omanfyri merkir hetta, at bíði- & sigliðtíðin ella “spilltíðin” um Suðuroyarfjørð kostar føroyska samfelagnum 100 tals milliónir hvørt ár, ið heldur kundi verði brúktur til framleiðslu.
Annað, sum átti havt týdning fyri løgtingslimirnir at taka støðu útfrá er, at ein Suðuroyartunnil vil geva landinum -umframt sparingar í rakstrinum av ferjum-, ein vinning í avskrivingum. Íløgur í ferjur skulu avskrivast yvir stutt áramál, meðan ein tunnil heldur so at siga í allar ævir og missur ongantíð virði.)
Okur eru øll javnbjóðis borgarar, og allir føroyingar hava rætt til at fáa somu viðferð uttan mun til hvar í landinum tey búgva.
Kravið við hesari undirskriftarinnsavning er tí hetta:
1. Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, gevur SSL boð um, at Smyril fer ikki í dokk, fyrr enn SSL hevur útvegað eitt hóskandi avloysaraskip, sum er á stødd við Smyril, og sum kann sigla við eins ferð og flyta eins nógvir bilar, ferðafólk og farm um Suðuroyarfjørð, sum Smyril.
2. Landstýrismaðurin, ið varar av samferðslumálum, tekur stig til, at alment partafelag verður stovnað í inniverandi ári at fyrireika Suðuroyartunnilin; at fígging verður útvegað og neyðuga játtanin verður avsett á Løgtingsinsfíggjarætlan í 2023 soleiðis, at koyrandi verður til og úr Suðuroynni í 2030.
Eg fari at biða landstýrismannin um at taka ímóti undirskriftunum við vælvild, og við vón um, at hesar verða tiknar til eftirtektar, og at okur ongantíð koma at standa aftur í hesari ótryggu og syndarligu støðu, har øll Suðuroyggin, vinnulívið í Suðuroynni, frítíðar- og ítróttarlív í Suðuroynni, og allir borgarar, ung sum gomul vera sett aftur í tíð.
Okur krevja ikki meira enn onnur, men vanta heldur ikki at fáa minni enn onnur. Okur ynskja tryggleika og møguleika at ferðast uttan at vera bundin at ferðaætlan. Okur ynskja javnbjóðis rætt, sum flest allir Føroyingar hava, at kunna ferðast uttan at vera bundin av tíð; tí at hetta letur seg gera, og hoyrir nútíðini til.
Tá fáa okur einar ríkari Føroyar.
Takk fyri!!
-áhugabólk fyri betran av Suðuroyarleiðini- v./Fróði Mortensen vfl.
Facebook viðmerkingar