Komið er út á heystið og fyri seyða-áhugaði er hetta ein serliga spennandi tíð á árinum – slaktið er fyri framman og nógvastaðni eru fyrstu veðrarnir longu flettir.
Flemming Kjærbo í Vági hevur alt lívið havt stóran áhuga í seyði og seyðahaldi. Ikki minst hava veðrar stóran áhuga og hevur Flemming seinastu nógvu árini havt stórar veðrar, bæði veturgamlar og tvær-vetur gamlar.
Í ár er onki undantak og í vikuskiftinum vórðu veðrarnir flettir. Og sigast má, at vektin var bara heilt góð.
Tann stóri hvíti veðrurin, sum var tvær-vetur gamal, vigaði 145 pund. Meðan teir báðir vetur-gamli veðrarnir, sum eisini vórðu flettir, vigaðu 103 og 97 pund.
Flemming greiður frá, at hetta er størsta veðrakrov, sum teir hava flett, men fyri nøkrum árum síðani høvdu teir ein veðr, har krovið vigaði 126 pund.
Stóri veðrurin, sum teir flettu um vikuskiftið, man við sínum 145 pundum helst verða millum størstu veðrakrov í Føroyum.
Facebook viðmerkingar